Eldur í Reynsmúla

Fyrrapartin kom eldur í línubátin Reynsmúla, sum lá við bryggju í Klaksvík. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og basti eldinum Sambært sløkkiliðsleiðaranum, Finni Hansen, var eldur kyknaður aftalaga í skúrinum á bátinum, har sum kabússin er.

Fráboðanin um eldin kom klokkan 10.59, og tað tók bert fýra minuttir, til sløkkilið var á staðnum. Sjálvt um tað var nógvur roykur, so var eldurin ikki stórur, og sløkkiliðið fekk lutfalsliga lættliga bast eldinum.

- Vit brúku hátrýst, og tað tók ikki langa tíð at fáa støðuna undir kontrol, sigur Finn Hansen.

Skaðin er ikki uppgjørdur, men sløkkiliðsleiðarin metir ikki, at talan er um serliga stóran skaða.

- Nakað av roykdálking er sjálvandi, men útyvir tað, sær tað ikki út til at vera serliga umfatandi, sigur Finnur Hansen.

Reynsmúli, sum er 49,30 bruttotons til støddar, er bygdur úr eik í Esbjerg í 1960, og varð keyptur til Klaksvíkar í 1986. Tað er smápartafelagið Reynsmúli, ið eigur Reynsmúli. Útgerðarmaður er Hjálmar Arnold Højgaard.