Um hálvgum tíggju tíðina í morgun bleiv sløkkilið boðsent, tí at eldur var komin í ein rennigravara á Oyrarbakka.
Sløkkiliðið í Sundalagnum vóru skjótir á staðnum, og kundu skjótt staðfesta, at talan var um ein lítlan eldsbruna, og at eingin vandi var fyri hvørki fólki ella bygningum.
Sum skilst varð eldurin sløktur skjótt. Tað er ikki enn greitt, hvør orsøkin til eldsbrunan var.