Eldur í oljupalli

Eingin fekk skaða, tá eldur kom í ein norskan oljupall í Norðsjónum í dag Stutt eftir klokkan tvey seinnapartin boðaði leiðslan í oljupallinum Songa Dee frá, at manningin hevði sløkt ein eldsbruna, sum kyknaði stutt eftir middag.

Sambært trygdarreglunum vórðu umleið 100 fólk flutt av pallinum umborð á bjargingarbátar, og tey sleppa ikki aftur á pallin, fyrr enn vissa er fingin fyri, at trygdin er í lagi.

Oljupallurin Songa Dee er á Troll-leiðini í Norðsjónum.