Eldur í oljugoymslu í Kina

Eldur er í einari oljugoymslu á havnarlagnum í kinesiska býnum Dalian, sum er í landnyrðingspartinum av landinum. Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði í gjárkvøldið, og 15 tímar seinni eydnaðist tað sløkkiliðsmonnunum at fáa tamarhald á eldinum.

Hann er kortini ikki sløknaður enn, og umleið 2.000 sløkkiliðsmenn royna at sløkkja, siga kinesisku fjølmiðlarnir.

Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði beint aftan á nakrar spreingingar í tveimum rørleiðingum, sum tað almenna felagið China National Petroleum Corp eigur. Hetta felagið er tað størsta innan oljuvinnuna í Kina.

Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at eldurin kyknaði, júst sum eitt tangaskip var í ferð við at lossa 300.000 tons av olju.