Eldur í norskum flogfari

Eitt flogfar hjá norska felagnum Widerøe noyddist mitt í vikuni at neyðlenda, eftir at eldur kom í annan motorin.

Flogfarið, sum er av slagnum Dash-8, var á veg úr Sandefjord til Bergen við 21 ferðafólkum, men stutt eftir at tað var farið á flog, varnaðist flogskiparin, at eldur var í øðrum motorinum. Hann gjørdi av at sløkkja motorin, og tað eydnaðist flogfarinum at venda aftur til Sandefjord, har tað setti seg 20 minuttir eftir, at tað var farið á flog haðani. Eingin fekk skaða av tilburðinum, og øll ferðafólkini tóku av einum tilboði um at sleppa til Bergen við einum øðrum flogfari.

Tað er ikki heilt greitt, um talan veruliga var um eld, ella um motorurin gjørdist ov heitur, skrivar Aftenposten, og nú verður kannað, hvat veruliga hendi. Kanningar hava í hvussu er vist, at hitin í motorrúminum var ov nógvur, og at ávaringartólini virkaðu, sum tey skuldu, skrivar blaðið.