Eldur í neysti í Klaksvík

Beint fyri miðdag í dag var eldur einum neysti í Klaksvík. Roykurin var so nógvur, at næmingarnir á HF-skeiðinum fingu frí restina av degnum. Tað stóðst nógvur roykur frá, og tá ið neystið var beint uppat sethúsum og húsinum, sum HF-skeiðið heldur til var tað einum løtuna eitt sindur ørðkymblandi, hvat endin fór at verða.

Maðurin, sum átti neystið, hevði stutt frammanundan verið har og umvælt okkurt smávegis. Tá ið hann fór avstað, hevði hann sløkt málaran.

Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og fekk bast eldinum ? men ógreitt er hvat eldurin er íkomin av.

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt - tí næmingarnir á HF-skeiðnum fingu frí restina av degnum, tí so nógvur roykur var í hølum teirra.

Tað var Dávur Winther, ið tók myndina.