Eldur í neysti

Mikudagin kom eldur í eitt gamalt neyst í Vestmanna. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at orsøkin til eldin ivaleyst var tann, at nakrir smádreingir høvdu spælt við eld.
Vestmanna Kommuna eigur gamla neystið, sum ætlanin helst var at ríva niður í næstum.
Sløkkiliðið í Vestmanna bleiv boðsent, og einar 20 minuttir seinni høvdu teir sløkt eldin.