Í hvussu er 140 fólk doyðu, tá eldur kom í ein náttklubba í býnum Santa Maria har suðuri í Brasil í nátt. Umleið 200 fólk hava fingið viðgerð fyri roykskaða.
Sambært blaðnum Estado de S. Paulo vóru millum 1.000 og 2.000 fólk, tey flestu tannáringar, inni í klubbanum, tá eldurin kyknaði, og har var bara ein neyðútgongd.
-Løgreglan er ikki liðug at telja tey deyðu, skrivar blaðið á heimasíðuni.
Eldurin stóðst av fýrverki, sum festi eld í pallin í klubbanum.










