Stutt eftir klokkan átta í morgun fóru fleiri løgreglubilar og sløkkibilar ýlandi gjøgnum høvuðsstaðin og út á Argir.
Orsøkin er, at myndugleikarnir fingu eina fráboðan um ein eldsbruna í Argja skúla, ið er gamli skúlin á Argjum, ið Skúlin á Fløtum brúkar í dag.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir fyri in.fo, at allir næmingarnir eru koyrdur úr skúlanum, meðan sløkkiliðið fekk tamarhald á støðuni.
Sløkkiliðið hevur tamarhald á støðuni, og hevur sløkt eldin.










