Eldur í Landssjúkrahúsinum

Í morgun kom eldur í eina turkimaskinu á reinsarínum á Landssjúkrahúsinum. Eldurin varð tó bastur, áðrenn húsið stóð í ljósum loga Eldur var í reinsarínum hjá Landssjúkrahúsinum í morgun, og hetta kann fáa keðiligar fylgjur, tí nú er reinsaríið óvirkið.

Jóan Símun Saltá, leiðari á maskindeildini hjá Landssjúkrahúsinum, var hjástaddur, tá eldur kom í.

Hann greiðir frá, at hann tað fyrst var eldur inni í turkimaskinuni, og at hann síðani breiddi seg eitt sindur.

Sløkkiliðið varð tilkallað, men áðrenn eldurin hevði spjatt seg upp í takið, megnaðu hjástøddu fólkini at sløkkja turkimaskinuna við eldsløkkjarum og spannum av vatni.

Eldurin í sær sjálvum var ikki nakað serliga umfatandi, men heilt nógvur roykur var, og hendingin hevur nakrar óhepnar fylgjur.

- Hetta er størsta vaskarí í landinum, og nú mugu klæðini vaskast onkra aðrastaðni í eina tíð. Eg veit bara ikki, hvar tað skal vera, staðfestir Jóan Símun Saltá.

Meðan eldurin var, vóru fólk rættiliga kløkk, men eftir øllum at døma, verður materielli skaðin størsti trupulleikin, sum kann hava við sær, at sjúklingar og starvsfólk mugu spara í brúkinum av klæðum