Eldur: Kranabilur fer at ríva tekjuna

Tað gongur ikki betri enn væl at sløkka eldin á Klaksvíkar Sleipistøð.

Fyrr í kvøld kyknaði eldur í einum av bygningunum hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Hetta er bygningurin, har máling, gummi og annað verður goymt.

 

Klaksvíkar Sløkkilið saman við sløkkiliðsfólki av Viðareiði og úr Eysturkommunu hava seinastu tímarnar roynt at bast eldinum, sum ikki er sløktur enn.

 

Fyri løtu síðan, tá in.fo hevði samband við Klaksvíkar Sløkkilið, søgdu tey, at nú fer ein lastbilur við krana at ríva nakað av takinum niður, so sleppast kann til eldin á tann hátt.

 

- Vit hava ikki verið heilt inni í sjálvum bygninginum enn, men vænta, at endaligt tamarhald fæst á eldinum, tá vit fáa sløkt niður gjøgnum takið.

 

Hvussu langa tíð tað fer at taka at basa tí seinasta av eldinum, dugdu tey ikki at meta um hjá Klaksvíkar Sløkkiliði, men tey vónaðu, at eldurin endaliga fór at verða sløktur um ein tíma ella so.

 

- Men, tað er ógjørligt at siga. Lat okkum fyrst sleppa at sløkkja av tekjuni og niður í bygningin. So fáa vit at síggja, hvat tað fer at siga, søgdu tey hjá Klaksvíkar Sløkkiliði fyri løtu síðan.

 

Myndirnar tók Dávur Winther.