Kunoy: Sløkkiliðið í Klaksvík var seinnapartin hósdagin boðsent til Kunoyar, har eldur var í.
Fyrstu boðini til sløkkiliðið vóru, at eldur var í einum húsum, og at fólk vóru inn.
Á veg til Kunoyar fekk sløkkiliðið tó boð um, at talan var ikki um álvarsligan eld, og at hann var sløktur.
Eldur var komin í aftanfyri komfýrin í einum sethúsum í Kunoy, men tað eydnaðist fólki á staðnum at sløkkja eldin, áðrenn hann breiddi seg.









