14 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt heim, sum viðgjørdi rúsevnamisnýtarar í peruanska høvuðsstaðnum Lima. Av tí at rimar vóru fyri vindeyguni og allar hurðar læstar, sluppu fólk ikki til rýmingar undan eldinum, og tí doyðu 14 av teimum 15, sum vóru inni, sigur løgreglan í Lima.
Eldurin kyknaði tíðliga gjáramorgunin lokala tíð, men løgreglan dugir ikki at siga, hví eldur kom í. Grannar hava greitt løgregluni frá, at tað hevur verið ófriðarligt á heiminum í seinastuni, og at gjáranáttina hoyrdu tey róp og skrál frá teimum, sum vóru á heiminum.
Fyri trimum mánaðum síðani doyðu 29 fólk, tá eldur kom í ein stovn fyri rúsevnamisnýtarar í miðbýnum í Lima. Ta ferðina sluppu 12 fólk við lívinum við at leypa av aðru hædd.