Eldur kom í sethús í Hósvík

Um tíggju tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Hósvík. Eitt fólk var inni, og tað varð flutt á Landssjúkrahúsið at verða kannað fyri roykeitran.

 

Annars sigur løgreglan, at skaðin er avmarkaður, men nú fara tey at kanna húsini í eini roynd at vita, hví eldur kom í.

 

Um sama mundi í gjárkvøldið varð eisini boðað frá, at ein bátur, sum lá í Fuglafirði, var farin at leka. Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum, sum fór at pumpa bátin so at hann ikki sakk.