Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í uttan fyri hjá Posta á Óðinshædd. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at eldur var í tveimum skutarum. Teirra meting er, at eldur er komin í annan skutaran, men so hevur hitin frá honum eisini fest í hin skutaran.
Løgreglan sigur, at talan var um el-skutarar, sum eldur var komin í. Eldurin varð sløktur, men aftan á drúgva tíð vóru skutararnir framvegis so heitir, at sløkkiliðið mátti seta eina spulislangu á teir. Løgreglan sigur, at tað var so heitt, at spulislangan stóð á skutarunum í alla nátt.
Løgreglan sigur, at tey nú fara at kanna málið. Men til alla lukku stóðu skutararnir í túninum og ikki innandura, tí so kundi tað verðið ein galin endi.