Eldur kom i bátin

Tað verður ongantíð uppklárað, hví eldur sunnudagin komin í útróðrarbátin Grethu úr Æðuvík, tí báturin sakk

Klokkan 18.15 ringdi ein maður til alarmsentralin. Hann var staddur umborð á glastrevjabáti sínu Grethy, lá fýra fórðingar eystur úr Nólsoynni.
Eldur var komin í bátin, og maðurin bað um hjálp.
Politiið sigur, at tey hødu mannin í telefonina í eitt korter, og hann hoyrdist ógvuliga illa.
Meðan politiið tosaði við hann, læt hann seg í yvirlivilsisdrakt, og klokkan 18. 20 var hann í gummibáti sínum.
Báturin hevði ligið stillur, tá ið eldur kom í. Maðurin bíðaði eftir sjóarfallinum fyri at seta línu.
Eldurin var nógvur, og maðurin gjørdi sítt besta at sleppa frá tí logandi bátinum.
Lív var hjá bjargingarbátinum klokkan 18.47 og flutti mann og bjargingarbát til Havnar.
Tjaldrið og onnur før umframt tyrla fóru til bátin. Alt brann oman av honum, og klokkan 21.45 sakk Gretha.
Hví eldur kom í, verður tí ongantíð uppklárað, men eldur var í motorinum.
Gretha hevði heimstað í Æðuvík. Báyrin arein Viksund glastrevjabátur smíðaður í 1978.