Eldur kom í húsini av sjónvarpstólinum

Fríggjakvøldið kom eldur í eini hús á Argjum. Orsøkin til eldin var ein kortsluttningur í einum átta ára gomlum sjónvarpstóli

Eirikur Lindenskov


Fríggjakvøldið klokkan 1730 fekk alarmsentralurin í Havn boð um, at eldur var í einum húsum á Argjum.

Fólk sótu og hugdu í sjónvarp, tá sjónvarpið brádliga kortsluttaði, og eldur kom í.

? Maðurin í húsunum bar tíbetur so skjótt at, at eldurin ikki breiddi seg, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Hann greiðir frá, at maðurin í húsum gjørdi soleiðis, sum rætt er, at hann lat hurðar og vindeygu aftur, so eldurin ikki fekk luft, so hann kundi nørast.

? Eld-, vatn- og roykskaðin í stovuni var kortini stórur, men eldurin breiddi seg ikki til restina av húsinum.

Hví sjónvarpstólið kortluttaði er ikki greitt enn, men talan var um eitt átta ára gamalt sjónvarp.

Inni í húsinum vóru tvey vaksin fólk og tvey børn, sum øll sluppu út í øllum góðum.