Eldur kom í frítíðarskúla

Seinnapartin hósdagin var sløkkiliðið í Klaksvík boðsent til frítíðarskúlan Sornhús, har eldur var komin í.
Eingin vandi var fyri børnunum, sum vóru stødd í ovaru hæddini á húsunum, tá ið ein grýta við nøkrum stearinljósum brendi í niðaru hæddini.

Nógvur roykur var í húsunum, men eldurin var bara í sjálvari grýtuni, og tað eydnaðist einum fólki, sum var komin eftir einum barni, at sløkkja eldin við einum eldsløkkjara og tveita grýtuna út úr húsinum.
Tá ið roykalarmurin fór í gongd, vóru øll børnini fingin út úr frítíðarskúlanum beinanvegin. Tey hildu síðani til í tveimum grannahúsum.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, men tá var eldurin sløktur. Sornhúsið var aftur opið fríggjadagin.