Øll vórðu bjargað, tá eldur kom í eitt taiwanskt ferðamannaflogfar, beint eftir at tað hevði sett seg Flogfarið hevði júst sett seg á flogvøllin á japonsku oynni Okinawa, tá eldur kom í tað, men tað eydnaðist at bjarga teimum 157 ferðafólkunum og manningini, sum taldi fýra.
Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði helst í einum av motorunum næstan tríggjar minuttir eftir, at flogfarið hevði sett seg.
Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 737, kom úr taiwanska høvuðsstaðnum Taipei.










