Seinnapartin í dag kom eldur í eitt flogfar við 78 ferðafólkum umborð í Russlandi. Flogfarið hevði bara verið í luftini í 27 minuttir, áðrenn tað var niðri á jørðini aftur, tá tað neyðlendi á Sjeremetjevo-flogvøllinum í Moskva.
Í minsta lagi 13 persónar doyðu í vanlukkuni umborð, av hesum eru tvey børn, váttar Havarikommissiónin í Russlandi. Tað er í løtuni óvist, hvussu nógv av teimum 78 ferðafólkunum hava fingið skaða.
Flogfarið var á veg til russiska býin, sum liggur nærindis markið til Finnland og Noreg. Roykurin stóð úr flogfarinum, sum var í ljósum loga - tað sæst á videobrotinum niðanfyri:
##med2##
Tað er flogfelagið Aeroflot, ið eigur flogfarið, sum er av slagnum Sukhoj Superjet 100.
Eldurin varð køvdur, men enn veit mann ikki orsøkina til eldsbrunan. Flogskipararnir yvirlivdu, og teir skulu avhoyrast, so myndugleikarnir kunnu fáa betri yvirlit í kanningararbeiðnum av vanlukkuni. Russiski forsetin Vladimir Putin hevur víst sína samkenslu til tey avvarðandi hjá offrunum umborð.