Teir nógvu føroyingarnir, sum hava luttikið á kristnu leguni TeenStreet 2019 í Týsklandi, eru á veg heim til Føroya aftur.
Men nú á middegi skrivar TeenStreet Føroyar, at danska ferðalagið, har 21 føroyingar eru við, hevur verið fyri einum óhappi.
- Eldur kom í bussin, bussurin bleiv evakueraður og øll hava tað gott. Viðføri sær eisini út til at vera OK, ljóðar tað frá TeenStreet Føroyum.
Bussurin, sum koyrir til Kastrup er komin fram, og beinleiðis flogfarið til Føroya er lent.