Eldur kom í bil í morgun

Bilførarin varnaðist ikki at eldur var í bilinum

Í morgun kom eldur í eini bil inni á Sundi. Bilurin stóð stillur og bilførarin sat í honum.

Men bilførarin í einum bili, sum kom framvið, varnaðist at eldur var í og fekk steðgað og fekk varskógvað bilføraran.

 

Tá hevði bilførarin hevði ikki varnast eldin, men slapp so úr bilinum í øllum góðum, áðrenn nakar vandi var á ferð. Sløkkiliðið kom so á staðið og sløkti eldin.

 

Løgreglan sigur at bilurin er illa farin, tí framman er alt brent. Orsøkin til at hann stóð stillur, er helst, at hann var uppsteðgaður, kanska av eldinum.

 

Annars hevur verið rættiliga friðarligt. Løgreglan sigur, at tað hevur verið nógv fólk í býnum og tað hava eisini verið nógv full fólk í býnum. Tískil hevur løgreglan koyrt nakrar túrar til húsar við fólki og nøkur fólk vóru so drukkin, at tey fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar og eygleiðingar.

 

Løgreglan kannaði eisini bilførarar norðanfyri í nátt. Fleiri bilar vórðu steðgaðir, men tað var onki at finnast at hjá nøkrum av teimum.