Eldurin kyknaði í einum ventilatiónsrúmi í sunnara enda á høllini. Fólk fundaðist í norðara enda, og umsjónarmaðurin var eisini til staðar. Tí varnaðust fólk eldin ógvuliga skjótt, og boð vórðu send eftir sløkkiliðnum beinanvegin.
Kári Kjelnæs frá sløkkiliðnum sigur, at fyrstu sløkkiliðsmenninir vóru á staðnum, tveir minuttir eftir at teir fingu boðini. Teir fingu tamarhald á eldinum rættiliga skjótt.
Tá hevði umsjónarmaðurin longu verið inni í rúminum við einum pulvursløkkjara, og hetta basti eldinum nakað.
Løgreglan veit enn ikki at siga við vissu, hvussu eldurin kyknaði. Umframt at hýsa ventilatiónsskipanini, verður rúmið eisini nýtt sum goymslurúm av eitt nú gloymdum klæðum, og eldur hevur verið í klædnadunganum. Løgreglan sigur eisini, at umsjónarmaðurin hevði verið inni í rúminum stutt frammanundan, men hann dugdi ikki at geva nakra frágreiðing um eldsbrunan.
Nakað av skaða stóðst av eldinum, og høllin var fylt við royki. Helst verður høllin stongd í nakrar dagar, meðan ruddað verður upp, og umvælingar verða gjørdar.









