Í minsta lagi 700 fólk eru flutt burtur frá strondini á sponsku miðjarðarhavsoynni Ibiza, tí ein skógareldur hevði breitt seg út ímóti strondini í Benirrasvíkini, sum er í útnyrðingspartinum av oynni.
Eldurin breiddi seg eisini ímóti einum stórum parkeringsplássi, og næstan 20 bilar kolaðust upp.
Myndugleikarnir á Ibiza máttu biðja sløkkiliðsmenn á Malorca um hjálp. Teir máttu flytast til oynna við skipi til Benirrasvíkina fyri at sleppa fram at eldinum, sigur spanska sjónvarpið.