Tað var ein eldsbruni í Vágsverkinum, sum fyrr í dag bar við sær, at streymurin fór um alla Suðuroynna.
- Eldsbrunin bar við sær, at vit mistu maskinorku, og tí fór streymurin um alla oynna, sigur Jón Nielsen hjá SEV.
- Beint nú er støðan tann, at verkið í Botni koyrir, og tí hevur partur av oynni fingið streymin aftur. Fólk hjá okkum eru á veg suður við tyrlu, og vónandi klára vit seinni í kvøld at hava streym til alla oynna, sigur Jón Nielsen.










