Norskir miðlar vita í kvøld at siga, at eldur er í einum norskum línuskipi á havleiðunum í Norðurnoregi.
Sjóbjargingarstøðin sigur, at øll manningin, sum telur 22, er farin í bjargingarbátarnar.
Sagt verður, at línuskipið liggur 35 fjórðingar norðan fyri Røst í Lofoten, og at tvær bjargingartyrlur eru á veg.
Skip hjá bjargingartænastuni eru eisini á veg á leiðina, har eldur kom í skipið.
Tað er vindur á leiðini, men ikki illveður.
Ógreitt er, hvussu manningin hevur tað, men sambært tí, sum higartil er komið fram, eru øll manningin komin í bjargingarbátarnar.
Manningin fekk sent út neyðarkall, har sagt varð frá eldi umborð og nógvum royki.
Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið. Upplýst verður, at skipið er skrásett í Noregi.
Tíðindini, sum norskir miðlar bera frá hendingini í løtuni, eru ikki eins.
Dagbladet skrivar, at 17 av manningini eru farnir í bjargingarbátarnar, meðan teir seinastu fimm eru eftir umborð.
- Fimm av manningini eru eftir umborð á skipinum, tí nú er roykurin nakað minkaður.
Á Sjóbjargingarstøðini endurgeva tey skiparan fyri at siga, at nú verður roynt at fáa eitt yvirlit yvir støðuna við eldinum.
In.fo fylgir gongdini.











