Eldur í spann við olju

Seinnapartin varð boðað frá eldi í eini garasju í Syðrugøtu. Teir høvdu skift olju á einum bili, og spannin við oljuni stóð á gólvini. Av onkrari orsøk kom eldur í oljuna í spannini

Seinnapartin varð boðað frá eldi í eini garasju í Syðrugøtu.

 

Teir høvdu skift olju á einum bili, og spannin við oljuni stóð á gólvini. Av onkrari orsøk kom eldur í oljuna í spannini.

 

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og basti eldinum, sum ikki breiddi seg. Skaðin var tí avmakaður til spannina. Men nógvur roykur var í garasjuni.

 

Politiið kennir ikki enn orsøkina til eldin.