Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað vóru nakrir dreingir, sum høvdu spælt og sett eld í eitthvørt, og at eldur gjørdist størri, enn teir høvdu ætlað.
Sløkkilið og løgregla komu á staðið og fingu sløkt eldin, áðrenn størri skaði stóðst av honum.
Vakleiðarin sigur at hetta meira var gjørt av ósketni og ikki sum herverk, og at einki mál verður burtur úr hesum. Eldurin gjørdist størri, enn dreingirnir høvdu ætlað.
Hóast nógvur vindur er, so eru enn ongar fráboðanir komnar, men vaktleiðarin minnir fólk á at taka upp uttanfyri og ikki minst at tryggja trampolinir og annað, sum ofta fer á flog í vindinum.











