Eldur í sethúsum í Norðdepli

Stutt eftir middag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Norðdepli.

Klokkan 12.09 í dag fekk vakthavandi á løgregluni eina fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Norðdepli.


Klaksvíkar Sløkkilið varð sent á staðið, men tá sløkkibilurin kom fram, var eldurin longu sløktur av fólkum, ið vóru har.


Leiðarin á sløkkiliðnum í Klaksvíkar Sløkkilið upplýsir, at ongin var í húsinum, tá eldurin kyknaði, so ongin mannskaði stóðst av eldinum. Hann veit eisini at siga, at tað vóru fólk á staðnum, ið sløktu eldin.