Eldur í oljugoymslu í russisku býi eftir dronuálop

Guvernørur í landspartinum Bryansk sigur, at ukrainsk drona varð skotin niður yvir býnum Klintsy

 

Oljutangi í eini brennievnisgoymslu í russiska landspartinum Bryansk stendur í ljósum loga, eftir at russiski herurin hevur skotið ein ukrainska dronu niður.

Tað upplýsir guvernørurin Aleksandr Bogomaz.

Dronan royndi at leypa á mál í býnum Klintsy, skrivar hann á boðtænastuni Telegram.

Sambært fyribils upplýsigum hevur eingin fingið skaða, sigur hann.

Sløkkiliðsfólk eru í ferð við at sløkkja eldin.

Landsparturin Bryant er norðan fyri markið til Ukraina. Tað var í Klintsy, at russiskar deildir í februar í 2022 fóru gjørdu innrás í Urkaina.

Ukraina segði í gjár, at tey høvdu rakt mál í russiska stórbýnum Sankta Pætursborg við eini heimagjørdari dronu.

Tað upplýsti ein ráðharri í ukrainsku stjórnini fyri tíðindastvuni Interfax-Ukraina.

 

##med2##

Dronan hevði flogið 1250 kilometrar sambært ráðharranum.

Ein hernaðarkelda í ukrainska herinum segði við tíðindastovuna Reuters, at ein oljugoymsla í Sankta Pætursborg varð rakt. Tað var sum »liður í nýggjum átaki í hesum landspartinum«.

/ritzau/Reuters

 

 

Ein oljugoymsla stendur í dag í ljósum loga við russiska býin Klintsy eftir eitt ukrainskt álop. Býurin varð brúktur sum støð í februar í 2022, tá Russland leyp á Ukraina. Fylgisveinamyndin er frá Technologies frá februar í 2022, tá tung hernaðarútgerð stóð til reiðar í Klintsy til innrásina. - Foto: Maxar Technologies/Reuters