Eldur í næmingabústaðnum á Garði í Keypmannahavn

Hetta er gamal næmingabústaður, ið søguliga er áhugaverdur, eisini fyri føroyingar. Fyri stórt hundrað árum síðani veitraði fyrtsa føroyska flaggið úr eium kamarsvindeyga á Garði.

Danskir miðlar skriva, at eldur í morgun var inni á Regensen, ið er næmingabústaður miðskeiðis í Keypmannahavn, beint við Rundatorn.

 

Hetta er gamal næmingabústaður, ið søguliga er áhugaverdur, eisini fyri føroyingar.

 

Føroyingar hava í mong, mong ár hildið til har, og hava eisini havt rætt til frípláss har. Heilt frá gamlari tíð hava føroyingar í lestrarørindum í Keypmannahavn hildið til á Regensen, ella á Garði, sum staðið hevur verið nevnt millum føroyingar. 

 

Fyri stórt hundrað árum síðani veitraði eisini fyrtsa føroyska flaggið úr eium kamarsvindeyga á Garði. Tað var í kamrinum, har Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson, Emil Joensen og Pauli Dahl í 1919 evnaðu Merkið til.

 

Eldurin í morgun var í einum gólvpussitóli, og er sløktur.