Í kvøld klokkan 19.21 fekk Tórshavnar Sløkkilið boð frá Alarmsentralinum um, at eldur var í einum lastbili í Hoyvík.
– Vit vóru skjót á staðið, og eftir 10 minuttum var tamarhald á støðuni, siga tey úr sløkkiliðnum.
Eingin fólkaskaði var, men lastbilurin er útbrendur. Løgreglan kannar nú orsøkina til eldsbrunan.
Bilarnir A10, A9 og A5 vóru brúktir til átakið í kvøld, sambært sløkkiliðnum.
Tórshavnar Sløkkilið hevur eisini lagt hesa myndina út í kvøld:
##med2##