Eldur í Klaksvík

Sløkkiliðið í Klaksvík mátti seinnapartin rykkja út til eldsbruna

 

Nakað eftir klokkan fýra í dag vóru boð eftir Klaksvíkar Sløkkiliði.

 

Eldur var í einari gamlari gravkúgv, sum stóð á ídnaðarøkinum á Skarðhamri. Sum skilst, skuldi gravkúgvin upphøggjast, og tað var í tí sambandi, at eldur var komin í hana.

 

Eldur hevði rættiliga fest í, og neyðugt var at fáa sløkkiliðið at sløkkja eldsbrunan. Eftir einari løtu hevði sløkkiliðið fingið tamarhald á eldinum.

 

Fleiri ídnaðarbygningar eru í økinum, men gravkúgvin stóð avsíðis, og eingin vandi var fyri, at eldurin kundi breiða seg.