Í gjárkvøldið varð boðað frá eldum í einum gomlum sethúsum á Oyri. Talan er um eini hús, sum hava staðið óbygd í nógv ár, eftir at fólkini, sum búðu í teimum, fluttu út fyri yvir 40 árum síðani.
Fólk sóu eldin og boðaðu løgregluni frá, og tað gekk so mikið skjótt at sløkkja, at eingin skaði hendi.
Løgreglan roynir nú at finna útav, hvussu eldurin kyknaði.
Hesa tíðina, húsini hava staðið óbygd, hevur verið vanligt, at børn hava brúkt tey at spæla í.
Og løgreglan sigur, at eisini tá ið eldurin varð fráboðaður, hevði onkur sæð børn við húsini, og eitt ástøðið, løgreglan arbeiðir út frá, er, at tey hava spælt við eld og so hevur tað fest í.
Annars varð eisini boðað frá eldi í einum húsum í Fuglafirði, men tað hevði einki upp á seg, tí tað vísti seg, at teir vóru í ferð við at reinsa ein skorstein, tað fór at rúka, og tað tóku fólk fyri at vera eld og boðaðu frá.
Ein onnur fráboðan elvdi eisini til óneyðugt stríð. Tað var tá ið fólk boðaðu frá, at tey høvdu sæð ljós á Støðlafjalli og tey hildu, fólk kanska vóru í neyð.
Men tá ið málið varð kannað, vísti tað seg, at talan var um fólk, sum vóru farin á Støðlafjall at umvæla antennur, sum standa haruppi.
|