Beint eftir klokkan átta í morgun fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum sethúsum á Mikkjalstrøð.
Tað var húsfólkið sjálvt, sum boðaði frá og tey vóru komin úr húsunum í øllum góðum.
Løgreglan sigur, at sløkkiliðið fekk boðini, og frá tí, at eldurin var fráboðaður, til hann var sløktur, gingu bara 15 minuttir, og tað var ómetaliga skjótt atborið.
Sløkkilið sigur, at tá ið roykkavarar fóru inn í húsið, gekk skjótt at fáa tamarhald á eldinum.
Hann er kyknaður í eini íbúð í kjallaranum, men hví eldur kom í, vita tey ikki, men tað verður kannað, sum dagurin líður.
Trý fólk vóru í húsinum, tvey í erva, og eitt fólk í íbúðini í kjallaranum, og tey komu, sum sagt, út í øllum góðum.
Sløkkiliðið sigur, at húsini hava fingið heilt fitt at skaða, bæði av eldi og royki og at niðarahæddin er nokk so illa brend.










