Eldur í húsum á Lützenstrøð í Havn

Um 23 tíðina í kvøld varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Lützenstrøð í Havn. Sløkkiliðið er á staðnum, og tykist hava tamarhald á støðuni.

Um 23 tíðina í kvøld varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Lützenstrøð í Havn. Sløkkiliðið er á staðnum, og tykist hava tamarhald á støðuni.

 

Húsini hava fingið stóran skaða, og eldurin sást loga upp um húsini. Har er framvegis nógvur roykur, og fleiri sløkkiliðsmenn arbeiða við at bæsa eldinum, sum enn ikki er heilt sløktur.