Fyrr í kvøld mistu ein partur avbýlinginum á Norðasta Horni í Havn, og á Argjum, streymin.
Og tey skulu ikki vænta at fáa hann aftur fyribils.
Løgreglan sigur, at boðað varð frá eldi í einum transformatorhúsi hjá SEV á Norðasta Horni og skaðin var so mikið stórur, at nógv í býlinginum mistu streymin.
Løgeglan og sløkkiliðið fóru á staðið og fingu tamarhald á støðuni.
Men løgreglan sigur, at umvælingararbeiðið er so umfatandi at tað kunnu ganga upp til 10 tímar, áðrenn tey fáa streymin aftur.