Í kvøld varð boðað frá eldi, og talan var um Heygabúðina í Klaksvík.
Hetta var um 20 tíðina í kvøld.
Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur við In.fo, at tamarhald fekst á støðuni, og at teir nú eru farnir av staðnum.
- Talan var um lítlan eld í tekjuni, og tað var ikki tað heilt stóra. Materiellur skaði, og so vatnskaði orsakað av sløkkiarbeiðinum er tað, sum talan er um. Tamarhald fekst á støðuni, og vit eru farnir av staðnum, sigur Finn Hansen.
##med2##
##med3##
##med4##














