Eldur er í skýskavaranum, The Marina Torch, sum er ein av heimsins hægsu íbúðarbygningum.
Tað skrivar AP tíðindastovan.
Sjónvarpsmyndir vísa eldin breiða seg upp eftir 352 metrar høga bygninginum, meðan brennandi bygningslutir detta niður.
Sambært The Mirror kom eldur í stutt fyri klokkan 01 lokala tíð.
Myndugleikar á staðnum siga sambært bretska blaðnum, at ein »væleydnað bjarging« hevur verið.
Løgreglan í Dubai sigur samstundis við AP, at sløkkiliðsmenn eru á staðnum, og at tey higartil ikki hava frætt um nakran, sum hevur fingið skaða.
Sambært CNN er bygingurin útgjørdur við sprinklaraskipan.
Tað var eisini eldur í sama skýskavara í februar í 2015. Tá sluppu allir íbúgvarnir út úr bygninginum á lívi, eins og eingin kom álvarsliga til skaða.
Eldurin í 2015 kyknaði á 50. hædd, men breiddi seg skjótt til fleiri hæddir omanfyri.
Tað eru 500 íbúðir í The Marina Torch, sum í vanliga verður róptur Torch Tower.
Bygningurin varð liðugt bygdur í 2011 og er 352 metrar høgur, um antennan er íroknað. Hann stendur í ekslusiva havnarøkinum í Dubai Marina.
Dubai, sum saman við seks øðrum emiratum er Sameindu Arabisku Emiratini, eru heimskent fyri sínar nógvu skýskavarar.
/ritzau/