Eldur í goymslubygningi á bryggjuni í Vági

Sløkkilið kom á staðið, og arbeitt verður við at basa eldinum.

Um 17:30 tíðina í kvøld varnaðust fólk, at roykur kom úr einum goymslubygningi á bryggjuøkinum í Vági.

 

Nógvur roykur sást koma undan takskegginum. Talan er um ein bygning, ið Vágs  Skipasmiðja nýtir sum goymslubygning.

 

Sera nógvi roykurin fekk fólk at bera banga fyri, at okkurt var áfatt við gomlu sluppini Johonnu, ið stendur á beding á skipasmiðjuni, men so var ikki.

 

Sløkkilið kom á staðið, og arbeitt verður við at basa eldinum. M.a. er ein lastbilur, ið stóð inni í bygninginum, fingin út.

 

Í løtuni er onki at frætta um hvør orsøkin til eldin kann vera. Nærliggjandi er at hugsa rakettir ella fýrverk í hesum døgum, men arbeitt hevur eisini verið í bygninginum.

 

Sløkkilið er enn á staðnum og tykist fáa tamarhald á støðuni.

 

##med2##

 

##med3##