Tíðliga í fjør heyst varð nýggja bókasavnið í Bjørvika í Oslo av altjóða bókasavnafelagsskapinum, IFLA, kosið at vera heimsins besta fólkabókasavn.

Eldur og vatnskaði í Deichmanska bókasavninum

Eini 600 fólk vóru á bókasavninum, tá eldur kyknaði í kvøld, og sprinklaraskipanin fór í gongd.

 

 

 

 

 

 

Tíðliga í fjør heyst varð nýggja bókasavnið í Bjørvika í Oslo av altjóða bókasavnafelagsskapinum, IFLA, kosið at vera heimsins besta fólkabókasavn.

Seint í kvøld kom eldur í nýggja Deichmanska bókasavnið við Bjørvika í norska høvuðsstaðnum, Oslo, og sløkkiliðið upplýsir, at sprinklaraskipanin, sum er í bygninginum, fór í gongd.

 

- Vit fingu sjálvvirkandi fráboðan, tí eldur var í fjórðu hædd í bygninginum. Hetta útloysti sprinklaraskipanina. Nú eru vit á staðnum og royna at avmarka vatnskaðarnar og lufta roykin út.

 

Tað sigur vaktleiðarin hjá sløkkiliðnum, Eirik Sundt Fredriksen, við Dagbladet. Sløkkiliðið í Oslo veit eisini at siga, at vatn er í fleiri hæddum, og nú verður roynt at avmarka vatnskaðarnar.

 

Eirik Sundt Fredriksen væntar, at tað fer at taka langa tíð hjá sløkkiliðnum at tryggja bygningin og tað, sum er á bókasavninum.

 

- Tað er ein størri uppgáva at tryggja bøkurnar og royna av avmarka skaðarnar mest møguligt. Hetta er ein stórur bygningur í fýra hæddum, so vit koma helst at arbeiða her eina løtu, sigur hann.

 

Norska løgreglan sigur eisini, at vatnskaðarnir, sum bókasavn og bøkur hava fingið, eru umfatandi.

 

Leiðarin á bókasavninum, Knut Skansen, sigur við tíðindastovuna NTB, at tey nú arbeiða við at fáa yvirlit yvir støðuna, men at hann í løtuni ikki veit, hvussu umfatandi skaðarnir eru.

 

- Vit hava reist á føtur ein kreppubólk at taka sær av støðuni, men tíbetur eru ongar ábendingar um, at nakar persónsskaði er hendur, sigur hann við NTB.

 

Norskir miðlar skriva, at eini 600 fólk vóru stødd á Deichmanska bókasavninum í Oslo, tá sjálvvirkandi roykávaringin og sprinklaraskipanin fóru í gongd.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni í Oslo, Vidar Pedersen, sigur við Dagbladet, at eldurin kyknaði í einari sofu á fjórðu hædd, og sjálvur eldskaðin er avmarkaður til sofuna.

 

Løgreglan arbeiðir við fleiri sporum, og tilfar á vakmyndatólum verður eisini kannað.

 

- Nógv vatn er komið úr sprinklaraskipanini. Møblar hava fingið vatnskaða, og í ringasta føri eisini bøkur, gólv og veggir, sigur átaksleiðarin.

 

Tað er nýggjasta deildin av Deichmansku bókasøvnunum, sum er í Bjørvika í Oslo, ið er rakt. Bókasavnið læt upp á vári í 2020.

 

Tíðliga í fjør heyst varð bókasavnið av altjóða bókasavnafelagsskapinum, IFLA, kosið at vera heimsins besta fólkabókasavn 

 

##med2##

 

 

 

Tíðliga í fjør heyst varð nýggja bókasavnið í Bjørvika í Oslo av altjóða bókasavnafelagsskapinum, IFLA, kosið at vera heimsins besta fólkabókasavn.