Í løtuni eru sløkkiliðsmenn frá Tórshavnar Sløkkiliðið í ferð við at sløkkja eld í sjálvari Brennistøðini á Hjalla, sum er á Sandvíkarhjalla í Havn.
Av løgreglustøðini verður sagt, at boðað frá, at okkurt sera eldfimt var komið í brenniovnum, og at teir høvdu mist tamarhaldið á eldinum.
Har var nógvur roykur, og ein tími nú er liðin, síðani fyrstu sløkkiliðsbilarnir komu, so hoyrast framvegis sirenur frá fleiri sløkkiliðsbilum.
Video: Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmundir av Sandvíkarhjalla.