Um 16-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Havn.
Átaksliðið við sløkkiliðnum á odda fór á staðið, men tað vísti seg tíbetur, at eldurin hevði ikki nógv upp á seg.
Løgreglan sigur, at eldur var komin í eina borðplátu, sum lá inn yvir ein komfýr, har onkur hevði tendrað eina kókiplátu.
- Her hendi tíbetur eingin fólkaskaði, eins og eld-og roykskaðin var lítil, visti vaktleiðarin at siga í morgun.











