Sløkkiliðið er á staðnum, og partar av miðbýnum í Keypmannahavn eru stongdir - eitt nú Knippelsbro.
Kenda spírið við dreka-halunum (tornið) er koppað aftaná at hava staðið í ljósum loga í eina góða løtu.
Børsen liggur á Slotsholmen, beint við síðuna av Christiansborg. Børsen er ein av elstu bygningunum í Keypmannahavn og er harvið eisini ikoniskur fyri býin.
Í dag er Børsen ein kontórbygningur, har millum annað organisatiónin Dansk Erhverv heldur til.
Nógvir søguligir og virðismiklir lutir eru inni í bygninginum, og arbeitt verður við at bjarga hesum. Millum annað eru fleiri málningar bjargaðir.
Enn veit mann ikki, hví eldur er komin í.
Politiið í Keypmannahavn heitir á øll um at halda seg burtur frá økinum.
Men kortini standa fleiri hundrað fólk og hyggja nærindis. Tað er týðiligt, at fólk eru skelkað.
Starvsfólk á arbeiðsplássum á Slotsholmen (m.a. á ymsu málaráðnum) hava fingið boð um at fara heim at arbeiða í dag.
Her eru nakrar myndir, undirritaði tók í morgun:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##