Eldur í bingju Inni á Fjørð í Vestmanna

- Óvist er, hví eldur kom í, og vit eru í holt við at gera avhoyringar um hendingina, sigur løgreglan í morgun.

 

Um gott 21-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan úr Vestmanna um, at eldur var í einari bingju hjá einum alifelag Inni á Fjørð.

 

Sløkkiliðið í Vestmanna fór á staðið og sløkti eldin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nakað av royki stóðst av eldinum, men vandi var ikki fyri øðrum bygningum á leiðini.

 

- Vit fingu fleiri fráboðanir úr Vestmanna um eldin. Onkrar slóðir eru at ganga eftir, og vit eru í holt við at gera avhoyringar.

 

Enn veit løgreglan ikki við vissu, hví eldur kom í bingjuna, men fleiri ringdu og søgdu frá um eldin, og løgreglan væntar, at málið kann greiðast.

 

Spurd, um el var í bingjuni, heldur vaktleiðarin ikki, at so var, og tískil kann helst útilokast, at eldurin hevur nakað við nakra el-skipan at gera.

 

Sambært vaktleiðaranum vóru ikki so stór virðir í bingjuni, og nú verður so roynt at finna út av, hví eldurin Inni á Fjørð kyknaði.