Eldur í bili á Sundi

Seinnapartin í gjár var eldur í einum bili á Sundi

 

Sløkkiliðið kom á staðið. Eldur var í motorrúminum á bilinum, og eldurin var sløktur klokkan 14.25, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Talan var um ein Kia persónbil frá 2016, ein kolvetnisbil og ikki elbil. Tá eldur soleiðis kemur í ein bil, so verður hann kannaður fyri at greina orsøkina, sigur vaktleiðarin.