Eldur í bil á Signabø

Um sjeytíðina í gjár fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum bili á Signabø

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at einki illgrunasamt var við eldinum, men at bilurin verður kannaður nærri. Tey halda, at talan hevur verið um ein feil í elskipanini í bilinum, sum stóð parkeraður, tá eldur kom í, og tað var ikki ein elbilur, sigur vaktleiðarin.

Tað vóru fólk í grannalagnum, sum boðaðu frá eldinum.

##med2##