Eldur í Hurtigruten

Øll ferðafólkini vórðu tikin av norska strandfaraskipinum MS Nordlys, tá eldur kom í maskinrúmið, meðan skipið var statt úti fyri Ålesund fyrrapartin. Skipið liggur nú við bryggjuna.

Myndugleikarnir siga, at trý fólk hava fingið skaða og eru flutt á sjúkrahús. Sum skilst hevur sløkkiliðið ikki tamarhald á eldinum.

Løgreglan, sum fekk boð um eldsbrunan stutt fyri klokkan hálvgum níggju okkara tíð, sigur, at 262 fólk vóru umborð á MS Nordlys, tá eldurin kyknaði. Av teimum vóru 207 ferðafólk.

MS Nordlys er eitt av skipunum hjá Hurtigruten.