Eingin mansskaði var, tá eldur kom í Hotel Plaza í Keypmannahavn í nátt Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í køkinum, sum er niðri í kjallaranum, men hann tað gekk væl at sløkkja hann.
67 gestir og tvey starvsfólk vórðu flutt av hotellinum, og tey sótu í einum bussi hjá løgregluni og bíðaðu, til eldurin var sløktur.
Hotel Plaza er tætt við høvuðsjarnbreytarstøðina í miðbýnum í Keypmannahavn.