Eldur í hjá Borg í Runavík

Beint fyri klokkan 14:30 varð boðað frá eldi í sagvirknum hjá Borg í Runavík - Tað var ein minni eldur, sum tó lættliga kundi breitt seg, men vit fingu skjótt tamarhald á eldinum, sigur Sunnleiv Højgaard, leiðari í Skálafjarðar Sløkkiliði.

Eldur var komin í spønir, og tað kann vera trupult at sløkkja eld av slíkum slag.

- Nú rudda vit út, so at tað ikki liggja glóðir í bygninginum, sum kunnu festa íaftur, sigur Sunnleiv Høgjaard.

Skaðin av eldinum var lítil.